Eisini tap í øðrum dystinum hjá Geza fyri Grimsby

Grimsby er nummar níggju í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini

Aftur í dag fekk nýklakti landsliðsleikarin, David Geza Turi spælitíð fyri Grimsby Town í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini. 

 

Í dag hevði Grimsby aftur heimadyst á Blundell Park leikvøllinum. Mótstøðuliðið í dag var Salford, ið vann dystin 1-0, hóast Grimsby hevði favorittleiklutin. Salford skoraði sigursmálið í 82. minutti.

 

Geza kom á vøllin fyri Grimsby í 73. minutti. 

 

Grimsby er nummar níggju í deildini við 56 stigum. Teir hava tvey stig upp til Colchester, ið er á sjeynda plássinum sum gevur rætt til Play Off dystir um uppflyting. Grimsby hevur sjey stig upp til AFC Wimbledon, ið er á triðja plássinum sum gevur rætt til beinleiðis uppflyting til triðbestu deildina.

 

Grimsby hevur níggju dystir eftir at leika, so enn kann uppflytingin røkkast, men so má gongdin vendast aftaná tvey tap á rað. 

 

Komandi leygardag klokkan 15 hevur Grimsby aftur heimadyst. Hesaferð móti Newport.