Men tað sleppa Palliba og Marsanna ikki. Tí landsstýrið ætlar, at tey skulu nú arbeiða til tey eru 70 ár, og at allar pensjónir skulu útsetast til tá.
Nú tingfólk ætla at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár hava tey gloymt ein ávísan bólk av føroyingum, sum framvegis fara at hava 60 ára pensjónsaldur:
– Tað eru tingfólkini sjálvi. Tey tingfólk, sum sita á tingi í dag.
Tey sleppa soleiðis undan sjálvi at vera við at vera við til at »tryggja framtíðarhaldføri í føroyska búskapinum«.
Tað er helst lættari at leggja byrðar á fólk, tá tú sjálvur sleppur undan at bera byrðarnar.
Um tað er soleiðis, Sirið Stenberg hevur hugsað, tá hon hevur orðað uppskotið um at hækka pensjónsaldurin hjá føroyingum, vita vit sjálvandi ikki. Men hon hevur so ikki tikið tingfólkini, sum skulu taka avgerðina um at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár, við.
Tí pensjónsaldurin hjá teimum hækkar ikki.
Til 1. viðgerð av uppskotinum hjá Sirið Stenberg í Løgtinginum í dag hava tingfólk høvi at siga sína hugsan um málið, áðrenn tað fer í nevnd til víðari viðgerð.
Fleiri tingfólk hava framvegis rætt til at fara frá við góðari eftirløn, tá tey eru 60 ella tá tey eru 67. Tað veldst um, hvussu leingi tey hava sitið á tingi og ella í landsstýri tilsamans.
Tað er ein serlig lóg galdandi fyri tingfólk og landsstýrisfólk, sum ásetir bæði løn og eftirløn.
##med2##
Eftir nógvar ákoyringar, so vórðu báðar lógirnar broyttar – ella rættari normaliseraðar, tí tær vóru púra vitleysar og hava givið landskassanum eina eftirlønarskyldu upp á eina hálva milliard krónur til framtíðar pensjónir til løgtingsfólk og landsstýrisfólk – ein rokning til skattgjaldaran at gjalda.
Meira er um málið í Sosialinum í dag. Blaðið fæst í leysasølu kring landið – og haldara kunnu lesa blaðið á sos.fo