Í morgin fer Løgtingið undir at viðgera uppskotið um at hækka pensjónsaldurin til 70 ár. Hetta er eitt mál, sum als ikki fellir í góða jørð hjá fakfeløgunum.
– Vit eru sjálvandi hart ímóti hasum, tí hatta rakar okkara limir sera hart, sigur Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag.
Hann heldur, at tað er lætt nokk at sita við einum rokniarki og gera útrokningar um longdan livialdur.
– Men hatta er ikki fyri okkara limir. Hatta passar kanska væl til teirra, sum sita heitt og fjálgt á skrivstovum alt sítt lív. Men hatta passar ikki fyri tey, sum hava hart kropsligt arbeiði alt lívið, sigur hann.
– Vit verða drigin við har, sum fólk í øðrum bólkum, eitt nú í tí akademiska feltinum, har tey hava nógv betri karmar, sitiarbeiði innandura eitt heilt arbeiðslív. Nú skulu okkara limir gjalda inn í eina heildarpulju. Okkara limir eru tíðliga á arbeiðsmarknaðinum, og nógvir doyggja áðrenn teir fáa nakað burturúr, og nú skulu teir arbeiða longri, fyri at hægri lønt, akademikarar og onnur, skulu fáa meira, sigur hann.
Heri Reynheim vísir á, at tey hava verið til hoyringar og hava talað sína søk, so tey í landsstýrinum vita, hvat tey í fakfeløgunum halda um hetta.
– Eg havi eisini funnist alment at hasum, og tað kemur eisini ein almenn fráboðan frá Verkafólkum – frá øllum feløgunum saman, sigur Heri Reynheim.
– Hatta er hol í høvdið, heldur hann.
Formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag sigur, at tey fara oman í tingið at royna at tosa við politikarar, sum eru vinstru megin í føroyskum politikki.
– Men hatta kemur júst frá teimum vinstru megin í føroyskum politikki, nyttar tá nakað at tosa við tey?
Formaðurin udrast á, at meiniga fólkið í Føroyum ikki er umboðað longur í politisku skipanini.
– Forstáilisið er so lítið – eisini í miðlunum, vísir hann og finst millum annað at okkum á in.fo og Sosialinum fyri at hava lagt størri dent á arbeiðsgevarasíðuna í verkfallinum sum var í summar.
– Tað undrar ikki meg, um vit hava ein nýggja sosialistiskan flokk til næsta val, sigur hann. Ein flokk, sum kann umboða okkum á vinstraveingin og eina solidariska skipan, har slíkt sum hetta ikki kann sleppa ígjøgnum, sigur hann.
– Ein nýggjan javnaðarflokk. Vit skulu minnast til, at tað var Havnar Arbeiðsmannafelag sum stovnaði Javnaðarflokkin. Flokkurin var stovnaður sum ein arbeiðaraflokkur, og Mourentius Viðstein var fyrsti formaður í Javnaðarflokkinum, vísir Heri Reynheim á.
Í søguni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag stendur skrivað um vitjanina í 1925 hjá formanninum í danska Javnaðarflokkinum, Thorvald Stauning, sum er longstsitandi forsætisráðharri í Danmark:
»Maurentius Viðstein, skrivari í felagnum, greiddi Stauning frá, hvussu Havnar Arbeiðsmannafelag varð stovnað, og Stauning mælti til, at arbeiðsmenninir gjørdist politiskt virknir og stovnaðu landsfelag, so teir fingu meira megi.
Úrslitið gjørdist, at Suðurstreymoyar Javnaðarfelag varð stovnað á skrivstovuni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag í Tinganesi í september 1925. Maurentius Viðstein gjørdist formaður. Stutt eftir varð Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag stovnað á Tvøroyri við Peturi Mohr Dam sum oddamanni.
Í desember 1925 varð Føroya Arbeiðarafelag stovnað, og Maurentius Viðstein gjørdist formaður.
Í 1926 gingu Suðurstreymoyar Javnaðarfelag og Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag so saman um at stovna Føroya Javnaðarflokk. Á løgtingsvalinum í 1928 fekk flokkurin sínar fyrstu limir valdar á ting – Maurentius Viðstein og Petur Mohr Dam.«
Eftir øllum at døma er ikki sama samanhald millum arbeiðarafeløgini og Javnaðarflokkin í dag, tá formaður Havnar Arbeiðarafelags sær fyri sær, at ein nýggjur javnaðarflokkur – til vinstru fyri Javnaðarflokkin, verður stovnaður fyri næsta val – í ár eru 100 ár síðani, at Føroya Javnaðarflokkur spratt júst úr Havnar Arbeiðsmannafelag, sum nú eitur Havnar Arbeiðarafelag.
– Fólk gloyma, at Javnaðarflokkurin varð stovnaður sum ein arbeiðaraflokkur. At størsti flokkurin í søguni er ein verkamannafylking, sigur Heri Reynheim.
Heri Reynheim vísir á, at føroyska samfelagið er á skeivari kós.
– Samferlagið hevur leingi verið á á skeivari kós, kanska heilt frá kreppuni í nítiárunum, har vit arbeiða fram ímóti kransakøkutoppum ymsa staðni í samfelagnum, sigur hann.
– Eg skilji slett ikki logikkin hjá Javnaðarflokkinum, og eg skilji heldur ikki, hví vit hava fingið eitt so smalt politiskt spektrum í Føroyum, sigur Heri Reynheim, sum í morgin saman við øðrum fakfelagsfólkum ætlar sær at møta upp í Løgtinginum at gera vart við, arbeiðarafeløgini eru hart ímóti ætlanunum hjá landsstýrinum at hækka pensjónsaldurin.