Eitt ára fongsul fyri at smugla kokain

Føroya Rættur hevur í dag dømt eina 31 ára gamla kvinnu eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri at smugla kokain til Føroya.

 

 

Kvinnan, ið er donsk, kom til Føroya við flogfari tann 5. mai 2023. Hon hevði umleið 100 gram av kokaini á sær, tá hon bleiv steðgað av tollarunum á flogvøllinum.

 

Kvinnan bleiv handtikin av løgregluni og síðani framstillaði ákæruvaldið hana í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti, har hun bleiv varðhaldsfongslað til í dag, tá málið varð viðgjørt í Føroya Rætti. 

 

Kvinnan játtaði seg seka.

 

Ákæruvaldið metti, at hon skuldi hava minst eitt ára fongsulsrevsing.

 

Hesum tók Føroya Rættur undir við.

 

Kvinnan tók við dóminum, sum hon skal sita beinanvegin.

 

##med2##