Eitt fólk lagt á intensivu deild við koronu

Í gjár varð ein tilburður av koronu staðfestir afturat. Tað upplýsir landslæknin nú á miðdegi. Í gjár vórðu 608 royndir greinaðar og nú eru tilsamans 72.364 kanningar gjørdar í Føroyum.

 Tilsamans hava 373 fólk fingið staðfest korona í Føroyum og úrslitið var ein royn var positiv. Sostatt eru tað nú 144 fólk, sum eru smittað í Føroyum. Hesar seinastu dagarnar eru fýra fólk staðfest frísk aftur, og sostatt eru tað nú í alt 229, sum eru staðfest frísk aftur. 

Tvey fólk eru í løtuni innløgd á Landssjúkrahúsið við koronu og annað av teimum er lagt á intensivu deild, sigur landslæknin.