Avgerðin er tín, hvønn veg vit skulu fara.
Ynskir tú,
- at pengarnir skulu fylgja barninum
- at hjún skulu hava møguleika at hava øll síni fíggjarviðurskifti saman, eisini pensjónsuppsparingina
- at øll skulu hava møguleika at seta búgv – eisini einlig foreldur
- at tað skal loysa seg at arbeiða – eisini hjá teimum sum fáa fólkapensjón
- at øll børn hava rætt at vaksa upp saman við báðum foreldrunum, og vit eiga at gera tað vit kunnu at fyribyrgja hjúnaskilnaði
- at øll sum verða foreldur fyrstu ferð, fáa tilboð um foreldraskeið, sum fyrireikar tey at gerast foreldur og sum hjálpir teimum at ansa eftir parlagnum
- at øll sum søkja sum hjúnaskilna, fáa góða ráðgeving frá sálarfrøðingini, áðrenn skilnaðurin gerst veruleiki
- at vit skulu hava eitt samfelag, har eingin skal kenna seg noyddan til at fremja fosturtøku
- at tað skal verða lættari at ættleiða í Føroyum
- at orsakað av høga prísvøkstrinum og hækkandi rentum, skulu sperdar barnafamiljur fáa ta fríggjarligu hjálp, sum tørvur er á
- at vit verja náttúruna og tryggja at meira ferð kemur á grønu umstillingina
- at vit seta harðliga inn at fyribyrgja, at rúsevnir koma til Føroya
So hevur tú nú møguleikan at velja tryggleikan fram um óvissuna.
Eg vil av heilum hjarta virka fyri, at vit fáa eitt tryggari og fjálgari samfelag fyri øll – børn, vaksin og tey gomlu.
Gott Fólkafloksval
Lillian Bjarnadóttir Poulsen