Eitt sameint sjúkrahúsverk fyri hvønn?

“Vit hava trý sjúkrahús í Føroyum, sum skulu samskifta, virka og skapa eftir somu virðum við felags mentan og sama samleika tvørtur um sjúkrahúsini, har starvsfólkini skulu vísa toymisanda millum deildir, deplar og sjúkrahús”.

 

 

 

Hetta er partur av visjón 2025 fyri Sjúkrahúsverk Føroyaog stendur at lesa á heimasíðuni hjá teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum.

 

 

 

Í dag er støðan ikki tann, at vit hava eitt sameint sjúkrahúsverk, har sjúklingurin kennir seg í miðdeplinum; tvørturímóti og tað má og skal broytast.

 

 

 

Við tí samskiftistøkni, sum er tøk í dag, so eigur tað ikki at vera neyðugt hjá suðuroyingum at brúka heilar dagar í Havn til journalskriving, áðrenn eina skurðviðgerð ella til samrøður um úrslitið av blóðroyndum. Tað skulu suðuroyingar sjálvandi gera á Suðuroyar sjúkrahúsi. 

 

 

 

Eitt sameint sjúkrahús má koma sjúklinginum til góðar og ikki bert verða føgur orð á pappírinum. Hetta eigur at kunna fremjast í verki, um bert viljin er til staðar. Hesum fari eg arbeiða fyri, um eg verði vald.

 

 

 

Súsanna Bertholdsen, Javnaðarflokkurin