Prísur fyri 70 ára pensjónsaldur: 1,5 mió kr í part

Tað kostar hvørj­um ein­støkum før­oyingi í miðal minst 1,5 millón, at Løg­ting­ið hækkar pen­sjóns­aldurin við trim­um árum. – Aftur eru tað tey veikastu, sum skulu bera byrðarnar, sig­ur Jacob Eli Ol­sen, formaður í Før­oya Lærarafelag

 

At tað eru nógvir pengar hjá land­i­num at spara við at hækka pensjónsaldurin er eyð­sæð. Sambært bú­skap­ar­­ráð­num, so loys­ir hend­an av­gerð­in helm­ing­in av lang­tíð­ar hald­før­is­av­bjóð­ing­ini hjá landinum.

 

Og tað fer at síggjast aftur hjá øllum teimum, sum nú skulu tvingast at vera longri á arbeiðsmarknaðinum.

 

Køn fólk hava roknað út fyri Fakfelagssamstarvið, hvussu nógv hetta fer at kosta hvørj­um einstøkum borg­ara. Og tað eru ikki hiss­ini tøl.

 

Missa 369.000 krónur sum vit høvdu rætt til

 

Sum dømi verður tikin ein sum tjenar 30.000 krónur um mánaðin ella 360.000 krónur um árið.

 

Hesin persónurin miss­ir 200.000 krónur av eg­in­pen­sjón síni, hann missir 92.000 í fólka­pensjón og hann miss­ir 77.000 í Sam­halds­fasta. Hetta er fyri hvørt árið, 369.000 krónur um ár­ið.

 

Fyri tey trý árini, sum pen­­sjóns­­ald­urin hækkar, mis­s­ir hesin persónurin 600.000 krónur í eg­in­pen­sjón, 275.000 krónur í fólk­a­­pensjón og 233.000 krónur í sam­­hald­s­fasta. Tilsamans miss­ir hesin persónurin yv­ir 1,1 millión krónur hesi trý árini, pengar, sum hann hevði rætt til, men sum man miss­ir rættin til av hesi broyting hjá Løgtinginum.

 

Skulu gjalda 456.000 krónur meira hinvegin

 

Men ikki nóg mikið við tí. Tá vit skulu vera trý ár longri á ar­beiðs­marknaðinum, so eru eis­ini trý ár, har vit skulu rinda meira í skatti og avgjøldum, ar­beiðs­markn­að­ar­gjøld­um v. m. Tað talið er rokn­að út hjá hesum, sum tjen­ar 30.000 krónur um mánaðin til 456.000 krón­ur hesi trý árini.

 

Tað vil siga, at ein per­són­ur, sum tjenar 30.000 krón­ur um mánaðin, miss­ir 1.562.748 krónur, tí at Løg­ting­ið hevur broytt pen­sjóns­ald­urin.

 

Tað er ikki løgið, at hetta ger mun á haldførinum, men tað hevur sannliga eisini sín prís hjá borgarunum, sum verða noyddir at arbeiða longri.

 

Sleppa ikki fram at sínum egnu pengum

 

Jacob Eli Olsen, formaður í Lærarafelagnum vísir á, at landið við hesum fremur stórar broytingar fyri fólk.

 

– Eg sleppi ikki framat míni egnu eginpensón, eg fái ikki fólkapensjón og eg fái ikki samhaldsfasta. Hetta eru pengar, sum eg átti at fingið, men sum eg ikki fái, tí at Løgtingið hækk­ar pensjónsaldurin.

 

Hetta hevur ein kostnað við sær.

 

– Og landinum dámar væl, at eg gjaldi meir í lands­kass­an, og er fegið um ikki at gjalda til mín – og forðar mær at sleppa fram at mín­ari upp­sparing, tí tey flyta mark­ið undan mær up­p­eft­ir, sigur hann.

 

Tí hava tey í Fak­fel­ag­s­sam­starv­i­num fingið gjørt út­rokn­ingar.

 

##med2##

 

Minnir um kreppuna í nítiárunum

 

Jacob Eli Olsen vísir á, at fram­ferð­ar­hátturin hjá pol­it­ik­arunum minnir ikki sørt um tíðina í kreppuni í nít­i­ár­u­num.

 

– Eg var ungur tá, og tá skuldu Føroyar bjargast. Størstu byrðarnar vórðu lagd­ar á smalastu herðarnar.

 

– Og tey, sum veruliga høvdu fingið nakað burt­ur­úr, betaltu ikki so nógv, sig­ur hann.

 

– Nú eru vit aftur í hald­føris 'avbjóðing' ella 'kreppu'. Og tað fyrsta inn­triv­ið hjá landinum er at leggjast eftir teimum lægstu.

 

– Tey sum hava upp­spar­ing­ar, tey kunnu gevast tá tey eru 68 ella 69 ella 70. Tey sum hava fyritøkur kunnu selja fyritøkur tað fyrr og vera leys, so tað er tann, sum er bundin at sínum ar­beiði, sum skaffar honum til dagin og vegin, sum skal gjalda, vísir fakfelagsformaðurin hjá lærarunum á.

 

– Tann persónurin er bund­in. Hann kann ikki velja at fara til hús, sum tann, ið hevur pengar. Hesi fólk­i­ni noyðast at arbeiða, um tey orka ella ikki.

 

– Tey sum hava høgar inn­­tøkur, har kann tað gera tað sama. Eg vildi mett og vónað, at í øllum førum Javn­að­ar­flokk­urin hugdi eftir hesum, sigur Jacob Eli Ol­sen.

 

Politikarar vistu ikki hvat tað kostar fólki­

 

Á pallborðsfundinum, sum Fakfelagssamtakið skipaði fyri týs­kvøldið, vórðu floks­for­menninir spurdir, um teir vistu, hvussu nógv hetta inn­trivið hjá teimum kostar hvørjum einstøkum borgara.

 

Men tað høvdu teir ikki hóm­ing av.

 

– Eg spurdi, hvussu stór­an mun tað hevði gjørt fyri haldføri, um vit fylgdu galdandi lóg, sum leggur upp til, at pensjónsaldurin verður 69 ár í 2040 og 69,5 í 2045 og 70 ár í 2050, sigur Jacob Eli Olsen.

 

– Uppskotið hjá lands­stýr­i­num er, at pen­sjóns­ald­urin verður 70 ár í 2042.

 

– Men 70 ár í 2042 og 69,5 í 2045, hvussu nógv fólk eru í klemmu tá? Hvussu nógv eru tað, sum verða trýst at ar­beiða longur?

 

Men tað vistu pol­iti­kar­ar­nir heldur ikki at svara uppá.

 

(Samrøða við Sosialin 11. apríl 2025)