Aksel V. Johannesen, løgmaður, helt í dag sína seinastu ólavsøkurøðu í hesum valskeiðnum.
Hann hevur í fýra ár verið samgonguleiðari fyri einari samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, men hetta samgonguskeið endar nú og vit fáa løgtingsval leygardagin 31.august.
Hann brúkti byrjanina av røðu síni til at gera vart við, at vit øll hava eitt val hvønn einasta dag. “Antin ella” eru tey bæði smáu orðini, sum vit kunnu velja ímillum, men bæði orðini hava avleiðingar – og tað sama ger seg galdandi um vit als ikki velja.
Alt hevur avleiðingar og okkara val eru við til at taka avgerðirnar í samfelagnum.
Í ólavsøkurøðuni í ár er hetta eitt gjøgnumgangandi tema. Vit kunnu velja og fáa ávirkan, men vit kunnu eisini lata vera, men í báðum førum er ábyrgdin okkara.