Eldur í báti hevur kravt í minsta lagi 148 mannalív í DR Kongo

Eldur kom í ein bát við 500 fólkum og holvdist, tá ein kvinna skuldi gera mat umborð. Hundraðtals eru saknað.

Bátsvanlukkur henda javnan í Demokratiska Lýðveldinum Kongo, har gamlir træbátar eru ein týðandi flutningsháttur millum bygdir fram við Kongoánni. Ofta eru bátarnir lastaðir langt út um kapasitetin. (Arkivmynd). - Mynd: Arsene Mpiana/Ritzau Scanpix

Í minsta lagi 148 fólk hava latið lív í DR Congo í eini bátavanlukku orsakað av einum eldi á Kongoánni.

Hetta veit Sky News at siga.

Eldurin byrjaði, tá ein kvinna fór at gera mat umborð, men eldur kom í motorrikna træbátin, sum holvdist.

Fleiri lupu í vatnið í eini roynd at bjarga sær, men doyðu, tí tey dugdu ikki at svimja.

Guvernørurin í landslutinum Equateur, Jean-Paul Boketsu Bofili, sigur, at fleiri enn 500 fólk vóru umborð á bátinum, tá vanlukkan hendi týsdagin.

- Í løtuni eru fleiri enn 150 av teimum, sum yvirliva, rakt av bruna uttan at fáa humanitera hjálp, sigur guvernørurin sambært Sky News.

Umleið 100 fólk hava fingið innivist á ráðhúsinum á staðnum, meðan onnur eru flutt á nærliggjandi sjúkrahús.

Hundraðtals fólk eru meldað saknað, eftir at myndugleikarnir hava fingið betri yvirlit.

Frammanundan varð mett, at stívliga 50 fólk høvdu latið lív.

Bátsvanlukkan hendi í útnyrðingspartinum av DR Kongo. Báturin var farin úr havnini í Matankumu á veg móti Bolomba-økinum, tá eldurin kyknaði nærhendis býnum Mbandaka.

Bátsvanlukkur henda javnan í DR Kongo, har gamlir træbátar eru ein týðandi flutningsháttur millum bygdir fram við Kongoánni, skrivar Reuters. Ofta eru bátarnir lastaðir langt út um kapasitetin.

Í 2024 druknaðu fleiri enn 78 fólk, tá ein bátur við 278 ferðafólkum kollsigldi í ánni Kivu.

Í aðrari vanlukku í desember sama ár doyðu í minsta lagi 22 fólk, tá ein bátur sakk í vestara parti av landinum.

 

/Ritzau/

 

Bátsvanlukkur henda javnan í Demokratiska Lýðveldinum Kongo, har gamlir træbátar eru ein týðandi flutningsháttur millum bygdir fram við Kongoánni. Ofta eru bátarnir lastaðir langt út um kapasitetin. (Arkivmynd). - Mynd: Arsene Mpiana/Ritzau Scanpix