Spurdur hví akkurát hesin bilurin er so áhugaverdur, sigur Niels Jacob, at hann lærdi á eykalutagoymsluni hjá Auto Service frá 1984 til 1987. Tað var um hesa tíðina, at Auto Service seldi rættiliga nógvar Datsun og Nissan Cherry, so Niels Jacob kennir alt til hesar bilarnar.
Bilurin er í eyðkendum 80-ara stíli. Soleiðis sum vit minnast teir japansku bilarnar tá í tíðini. Motorurin er ein 1,5 l við 83 hk, og bilurin hevur automatisk gear.
Niels Jacob sigur, at bilurin er í góðum standi, og hann er onkuntíð við bilinum til ymisk tiltøk saman við øðrum ellisakførum.
Annars fingust hesir Nissan Cherry í eini turbo útgávu við 1.5-litra motori. Hesir vóru sera kvikir og vóru væl umtóktir millum tey ungu.
Teir fyrstu Datsun Cherry komu á marknaðin í 1970, sum Datsun 100A Cherry. Hesir Datsun 100A vóru teir fyrstu av japansku persónbilunum um okkara leiðir, sum vóru drivnir av forhjólunum.
Tað var soleiðis, at tað var japanska verksmiðjan Nissan Motor Company, sum framleiddi Datsun bilarnar. Fyrst í 1980 byrjaði ein tilgongd við at skifta navn á teirra bilum til Niss-an og í 1986 bleiv Datsun navnið endaliga strikað til frama fyri Nissan.
Lesið meira um bilin í Sosialium, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##