Hondbólts-Føroyar eru spakuliga við at lenda aftur aftaná eina fantastiska viku við sigrum á Kosovo og Ukraina, ið góvu okkara hondbóltsmonnum fyrsta plássið í EM-undankappingarbólki 6. Føroyar vunnu bólk 6 við níggju stigum, frammanfyri Niðurlond sum hava átta stig.
Føroyar eru tí komnar í tann næstovasta styrkisbólkin til EM-lutakastið, ið verður í Herning í Danmark komandi fríggjadag.
Styrkisbólkarnir eru hesir:
1: Frakland, Danmark,Svøríki, Ungarn, Slovenia, Týskland
2: Portugal, Noreg,Ísland, Kroatia, Spania, FØROYAR.
3: Eysturríki, Niðurlond, Montengro, Kekkia, Pólland, Norðurmakedonia.
4: Georgia, Serbia, Sveis, Rumenia, Ukraina, Italia.
Føroyar vera í innleiðandi bólki D, ið verður leiktur í Oslo. Yvir 5.000 føroyingar ætla sær til Oslo at stuðla okkara monnum.