Tað er hálvleikur í EM-undankappingardystinum millum Kosovo og Føroyar í Pristina í Kosovo.
Støðan er 13-12 til Kosovo.
Heimaliðið hevur sum væntað spælt primitivt og harðligt í verjuni. Samstundis hevur føroyska verjan ikki havt gott tak á kosovsku leikarunum.
Viðmerkjarin hjá KVF, Ingi Olsen heldur, at føroyska liðið hevur spælt væl undir vanligt støðið.
Føroyska liðið hevur brent alt ov nógvar málmøguleikar. Føroyar hava skorað upp á 12 av 23 málmøguleikum. Kosovo hevur verið effektivari. Teir hava skorað upp á 13 av 19 málmøguleikum.