Tað vera enska Chelsea og spanska, Betis Sevilla sum møtast í Conference League finaluni í Stadion Śląska leikvøllinum í Wrocław í Póllandi. Finalan verður leikt mikukvøldið 28. mai.
Chelsea kundi á heimavølli á Stamford Bridge leikvøllinum í London tryggja sær finaluluttøkuna við einum 1-0 sigri á svenska liðnum, Djurgården sum hevur havt eina flott kapping. Tað mesta av arbeiðnum var tó gjørt liðugt í Stokkhólmi, tá Chelsea vann heili 4-1, og sostatt samlað 5-1 í hálvfinalunum.
Chelsea - Djurgården 1-0 (1-0) - (Chelsea vinnur samanlagt 5-1)
1-0 Kiernan Dewsbury-Hall ('38 )
Betis mátti út í longda leiktíð á útivølli móti Fiorentina. Betis hevði ein 2-1 sigur við sær til Firenze, og tá Anthony legði Betis á odda 1-0, og harvið samlað 3-1 sá gott út. Men Robin Gosens syrgdi við tveimum málum fyri at tvinga dystin út í longdu leiktíðini. Í longdu leiktíðini javnaði Abde Ezzalzouli fyri Betis, ið sostatt vann samlað 4-3.
Fiorentina - Betis Sevilla 2-2 (2-1 - 2-1) - (samanlagt 3-4 til Betis)
0-1 Antony ('30 )
1-1 Robin Gosens ('34 )
2-1 Robin Gosens ('42 )
2-2 Abde Ezzalzouli ('97 )