EM-undankappingin: Føroyar vunnu stórsigur á Kosovo

Leingi í seinna hálvleiki spældu Føroyar Kosovo sundur og saman

Óli Mittún var toppskjútti við átta málum

Við stórsigri 32-21 á Kosovo í høllini á Hálsi í Havn hevur føroyska manslandsliðið í hondbólti tikið tey fyrstu fetini móti EM-endaspælinum í 2026.

 

Í steðginum vóru Føroyar á odda 13-9. Tá 23 minuttir vóru leiktir var Kosovo á odda 9-8, men eftir tað tóku okkara seg um reiggj, og eitt skiftið í seinna hálvleik vóru Føroyar á odda 28-15. Seinastu løtuna tóku okkara nakað av ferðini av, og tí slapp Kosovo at pynta um úrslitið seinastu løtuna. 

 

Dystarviðmerkjarin hjá KVF, Ingi Olsen helt, at seinastu løtuna átti venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen at givið fleiri leikarum møguleikan, men venjarin koyrdi við teimum somu leikarunum dystin út.

 

Við KVF segði Peter Bredsdorff-Larsen, at hann fegnast um, at tað eydnaðist Føroyum at fáa tak á dystinum aftaná eina treka byrjan.

 

Viðmerkjarin hjá KVF, Julian J. Johansen heldur, at í seinna hálvleiki avrikaði føroyska liðið sera væl, men teir trektu nakað í hondbremsuna seinastu løtuna.

 

Í samrøðu við KVF sigur toppskjúttin, Óli Mittún sum skoraði átta mál, at teir byrjaðu trekt, men tá teir fingu spælið at koyra gekk tað framúr, serliga við sjey móti seks spælinum. 

 

Føroyar skoraðu upp á 32 av 48 málroyndum.

 

Pauli Jacobsen stóð væl í málinum og bjargaði 44 prosent av málroyndunum. Í samrøðu við KVF valdi Pauli at geva góðu verjuni heiðurin fyri góða avrikið. 

 

Sunnudagin klokkan 13 (klokkan 15 lokala tíð) spæla Føroyar móti Ukraina í Vilnius í Litava. Ukraina spælir móti Niðurlondum á útivølli í annaðkvøld klokkan 18.30. 

 

Málskjúttar: Óli Mittún 8/11, Elias Ellefsen á Skipagøtu 7/11, Hákun West av Teigum 6/11, Teis Horn Rasmussen 5/7, Rói Berg Hansen 3/5, Tróndur Mikkelsen 1/1, Pætur Mikkjalsson 1/1, Vilhelm Poulsen 1/3. 

 

Bjargingar: Pauli Jacobsen: 13/29 = 44 prosent. Aleksandar Lacok 0/1. 

 

 

 

Óli Mittún var toppskjútti við átta málum