EM20: Finalan verður seinasti landsdysturin hjá Jesus Navas

Spania og Ongland spæla EM-finalu í kvøld klokkan 20

Mynd: Scanpix

Í kvøld klokkan 20 stendur tað stóra slagið í Berlin.

 

Tá byrjar EM-finalan millum Spania og Ongland á olympiska leikvøllinum í Berlin.

 

Hjá 38 ára gamla spanska verjuleikaranum, Jesus Navas verður talan um seinasta landsdystin fyri Spania.

 

Hesum boðaði Jesus Navas frá á tíðindafundi ígjár: - Eg fekk eina áheitan um at taka lut í tíðindafundinum, tí talan er um mín seinasta landsdyst fyri Spania. Segði Jesus Navas við tíðindafólkini.

 

Jesus Navas sum hevur spælt 56 landsdystir fyri Spania sigur við miðilin, The Athletic, at hann er takksamur fyri upplivingarnar hann hevur havt á spanska landsliðnum. Og hann er eisini takksamur fyri, at hann sum 38 ára gamal kann vera við til at spæla eina EM-finalu.

 

Jesus Navas fer at spæla við Sevilla fram til ársskiftið. Eftir tað fer hann at halda fram í felagnum í einum øðrum leikluti.

 

Mynd: Scanpix