Tað er Skipsteknisk A/S í Ålesund, ið hevur teknað skipið, sum er bygt á Tersan-skipasmiðjuni í Turkalandi. Emerald er í fyrsta lagi ein rækjutrolari. Myndirnar tók Ólavur Frederiksen.

Emerald kom á føðingardegnum hjá slóðaranum

Eftir løtuna á bryggjuni varð bjóðað umborð á stásiliga nýbygningin, sum er ein rækjutrolari, men sum eisini kann fiska og virka tosk, fiskamjøl og fskaolju.

 

Tað er Skipsteknisk A/S í Ålesund, ið hevur teknað skipið, sum er bygt á Tersan-skipasmiðjuni í Turkalandi. Emerald er í fyrsta lagi ein rækjutrolari. Myndirnar tók Ólavur Frederiksen.

Dagurin í gjár, hin 13. juli, var ein stórur dagur hjá Mortani Johannessen, Mortani hjá Kaj, og familju hansara. 

Henda dagin kom nýbygningurin, Emerald fyrstu ferð á Havnina, og hetta var júst á 86 ára føðingardegnum hjá slóðaranum sjálvum.

Nógv fólk var savnað á Havnarmola, tá Havnar Harmonikufelag í góðveðrinum setti hátíðarligu løtuna við at spæla sangin, Seg lágt yvir hav.

Tað var Ísak Jacobsen, ið sang so meistarliga. Harmonikutónleikur og sangur ljómaði fagurliga undir hugnaligu løtuni á molanum.

Brøðurnir, Kaj og Niels Johannessen, søgdu nøkur orð við høvið, og tað gjørdi býráðslimurin og varaborgarstjórin, Annfinn Brekkstein, eisini. 

 

Tað var Helga á Borg, dóttir Kaj Johannessen, reiðara, sum dópti skipið, og her gekk alt uppá stás.

 

##med2##

 

Nýggi trolarin hjá P/F Havborg er 87,40 metrar langur og 18 metrar breiður. Tað er Skipsteknisk A/S í Ålesund, ið hevur teknað skipið, sum er bygt á Tersan-skipasmiðjuni í Turkalandi. 

 

Emerald er í fyrsta lagi ein rækjutrolari, sum eisini kann fiska og virka tosk. Frystiorkan er 100 tons um samdøgnið, og frystilastin er heilar 2250 rúmmetrar. Haraftrat hevur skipið pláss fyri 500 tonsum av fiskamjøli, umframt tangar til fiskaolju á 80 rúmmetrar.

 

##med3##

Á verksmiðjuni er flakalinja, skiljilinja, og her er kóking til rækjur og fiskaoljuverksmiðja. 

Teknotherm AS hevur sett frystiútbúnaðin upp, og her eru sjálvvirkandi plátufrystarar og IQF-tunnilsfrysting (Individual Quick Freezing).

Frystivørur verða goymdar í 30 kuldastigum. 

Høvuðsmotorurin er ein Wärtsilä 7300 kW, og byggikostnaðurin fyri Emerald liggur um 400 miljónir krónur.

 

##med4##

 

##med5##

 

Tað er Skipsteknisk A/S í Ålesund, ið hevur teknað skipið, sum er bygt á Tersan-skipasmiðjuni í Turkalandi. Emerald er í fyrsta lagi ein rækjutrolari. Myndirnar tók Ólavur Frederiksen.

Nógv fólk var samankomið á Havnarmola at síggja nýbygningin, Emerald. Myndir: Ólavur Frederiksen.