Hugin Reistrup vart ph.d. um brokk hjá tannáringum

Mynd: (c) Privatmynd. Frá vinstru: Michael Festersen Nielsen, Frederik Helgstrand, Hugin Reistrup og Jacob Rosenberg.

Hósdagin 26. juni vardi Hugin Reistrup ph.d.-ritgerð sína um brokkskurviðgerðir hjá tannáringum. 

 

Hetta skrivar gransking.fo.

 

​Hugin Reistrup er lækni á Afdeling for Mave-, Tarm-, og Leversygdomme á Herlev Hospital og hevur har arbeitt við verkætlan um viðgerð av brokk hjá tannáringum. Hann hevur verið innskrivaður á Københavns Universitet til ph.d.-lesturin.

 

Ritgerðin kallast: “Management of groin hernia in adolescents​”.

 

Arbeiðið var í fleiri pørtum og er útgivið í fýra vísindagreinum.

 

Jacob Rosenberg, kliniskur professari og yvirlækni á Herlev Hospital, hevur verið høvuðsvegleiðari, og Siv Fonnes, lækni á Herlev Hospital, hevur verið hjávegleiðari.

 

Í metingarnevndini vóru:

 

Frederik Helgstrand, kliniskur lektari á Institut for Klinisk Medisin á Københavns Universitet, formaður

Michael Festersen Nielsen, kliniskur professari og granskingarleiðari á Institut for Regional Sundhedsforskning á Syddansk Universitet

Hanna de la Croix, yvirlækni á Sahlgrenska University Hospital.

 

Hetta skrivar gransking.fo, og har er eisini meira um evnið.

 

Sí meira á fakliga vanganum hjá Hugini Reistrup  

 

Mynd: (c) Privatmynd. Frá vinstru: Michael Festersen Nielsen, Frederik Helgstrand, Hugin Reistrup og Jacob Rosenberg.