Enn valdar óvissa um dystin í Klaksvík

Enn valdar óvissa um Champions League dystin í Klaksvík í kvøld millum KÍ og Slovan Bratislava, tí enn er ikki greitt, um slovakisku spælararnir eru staðfestir negativir – ella um teir verða fevndir av sóttarhaldi, tí teir hava spælt saman koronusmittaðum spælarum í Slovakia leygardagin.

Farsóttarnevndin hevði fund um málið seint í gjárkvøldið, men sum skilst komu tey ikki til nakra niðurstøðu.

Michael Boolsen, fúti og formaður í farsóttarnevndini, sigur í morgun, at málið er ikki avgreitt enn, og at farsóttarnevndi bíðar eftir upplýsingum. Hann sigur, at nærri verður at frætta á middegi.

Les eisini: Stórur ruðuleiki um dystin í Klaksvík í morgin

https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/storur-ruduleiki-um-dystin-i-klaksvik-i-morgin/

Jógvan Páll Lassen, advokatur, sigur, at tað eru lokalu heilsumyndugleikararnir, sum hava avgerðina í hesum málum og sum soleiðis gera av, um aktuelli dysturin í Klaksvík verður spældur ella ikki. Men sjálvandi innan fyri alt rímuligt mark.

Evropiska fótbóltssamgongan UEFA hevur avtalu við rannsóknarstovu í Evropa, sum savnar inn allar kanningar av spælarum í øllum evropisku dystunum. Í Føroyum er tað rannsóknarstovan Thetis, sum ger kanningarnar og sendir úrslitini víðari til rannsóknarstovuna sum ger arbeiðið fyri UEFA. Og er tað hesum úrsliti, sum bíðað verður eftir.

Allir spælararnir og fólkini kring KÍ liðið vórðu eisini kannað í gjár, og nú úrslitið fyriliggur í morgun eru allar royndirnar negativa.