ES-leiðari við greiðum boðum til Russland

- Vit heita á Russland um at steðga slíkum álopum í stundini. Hetta kann føra til enn eitt mál um krígsbrotsverk, sigur Josep Borrell.

Ukrainskir myndugleikar siga, at russiski herurin hevur framt álop á sivilfólk, sum royna at koma sær burturúr vatnflóðini í miðbýnum í Kherson í dag.

 

Sagt verður, at eitt fólk hevur latið lív í atgerðunum.

 

Uttanríkisleiðarin í ES, Josep Borrell, finst harðliga at hesum tíðindum.

 

- Vit heita á Russland um at steðga slíkum álopum í stundini. Hetta kann føra til enn eitt mál móti russum um krígsbrotsverk.

 

Josep Borrell segði, at øll, sum standa aftanfyri slíkar atgerðir, verða drigin til svars, skrivar norska Dagbladet í kvøld.

 

##med2##

 

 

 

Økið, sum liggur undir í vatni í Ukraina, nú byrgingin fór í knús, er umleið helvtin av Føroyum.