ES útsetur tollsvar til samráðingar við USA

Meðan handilsstøðan millum ES og USA er spent, fer ES nevndarforkvinnan at geva pláss fyri samráðingum.

ES fer at geva rúm fyri samráðingum við at útseta tollhevndargerðir, sigur von der Leyen. - Mynd: Yves Herman/Reuters

ES fer at útseta sítt svar uppá amerikanska stál- og aluminiumstollin.

Tað segði forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, sambært tíðindastovuni AFP í dag.

ES roynir í løtuni at fáa eina avtalu í lag við USA um at sleppa undan einum breiðari 30 prosent tolli á vørur, sum koma inn í USA.

Fráboðanin í dag er ætlað at geva rúm fyri teimum samráðingunum.

Ítøkiliga snýr útsetingin seg um eitt ES-svar uppá amerikanska tollin á stáli og aluminium.

Svarið skuldi koma í gildi í týsnáttina, tá ein leikbann fór úr gildi.

Men tað leikbannið er nú longt.

- USA hevur sent okkum eitt bræv við tiltøkum, sum koma í gildi, um ikki ein samráðingarloysn fæst. Tí fara vit at leingja steðgin av okkara móttiltøkum til fyrst í august, segði von der Leyen á tíðindafundi í dag.

- Samstundis fara vit framhaldandi at fyrireika móttiltøk, soleiðis at vit eru púra til reiðar, helt ES nevnarforkvinnan fram.

Hetta verður gjørt, eftir at Trump leygardagin legði meira trýst á ES í samráðingunum við at hótta við 30 prosentum av tolli frá 1. august.

 

Ritzau/AFP

 

 

 

ES fer at geva rúm fyri samráðingum við at útseta tollhevndargerðir, sigur von der Leyen. - Mynd: Yves Herman/Reuters