Kvinnurnar hjá H71 hava í kvøld spælt fyrra dystin í øðrum umfarinum í European Cup.
Í Hoyvíkshøllini tapti H71 23-31 fyri grikska liðnum, PAOK. Ein slakur fyrri hálvleikur gjørdist dýrur fyri H71. PAOK var á odda 17-10 í steðginum.
Í seinna hálvleiki fekk H71 bøtt munandi um skaðan, ið var gjørdur í fyrra hálvleiki.
H71 skoraði upp á 23 av 46 málmøguleikum, meðan PAOK skoraði upp á 31 av 47 málmøguleikum, sambært hagtølunum.
Liðini hittast aftur í Hoyvíkshøllini sunnukvøldið klokkan 19. Tá verður PAOK - tekniskt - heimalið.
Málskjúttar: Christina Arge 6/7, Elsa Egholm 4/4, Karin Egholm 3/5, Karina D. Heinesen 2/3, Anna Elisabeth H. Weyhe 2/5, Maria H. Weyhe 2/10, Lea Sesilia Brockie 1/1, Lukka Arge 1/2, Sofie Kornelius 1/2, Brynhild Pálsdóttir 1/4.
Bjargingar: Rúna J. Larsen 9/35 (25,71 %), Maria Beder 1/5 (20 %).