Virðisbrævamarknaðurin sær blóðreyður út í Evropa í morgun.
Fremsta týska DAX-vísitalið fall við næstan tíggju prosentum eftir at virðisbrævamarknaðurin í Frankfurt læt upp klokkan 09:00.
Tað upplýsa BBC og tíðindastovurnar dpa og AFP.
DAX-vísitalið er samansett av teimum 40 mest handlaðu partabrøvunum á virðisbrævamarknaðinum í Frankfurt, sum er fíggjarmiðdepilin í størsta búskapinum í Evropa, Týsklandi.
Franska CAC 40-vísitalið var fallið við góðum seks prosentum eitt korter eftir, at partabrævahandilin varð latin upp í París, og ein líknandi afturgongd sást í FTSE 100-vísitalinum í London.
FTSE 100 vísitalið er tey 100 feløgini á virðisbrævamarknaðinum í London, sum hava størsta marknaðarvirði.
Í Stokkhólmi fall OMX Stockholm PI-vísitalið við sjey prosentum beint eftir upplating klokkan 9. Ein líknandi afturgongd sást á virðisbrævamarknaðinum í Keypmannahavn, har C25-vísitalið var fallið við 7,3 prosentum eftir fyrstu fimm minuttirnar av handlinum.
Partabrævakursirnir eru eisini lækkaðir á norska partabrævamarknaðinum í Oslo. Her fall fremsta vísitalið við fimm prosentum beint eftir, at virðisbrævamarknaðurin læt upp klokkan 9. Millum feløgini, sum hava stóra afturgongd, eru fleiri evropiskir vápnaframleiðarar, sum annars higartil hava havt stórar príshækkingar.
Týski vápnaframleiðarin Rheinmetall fall við 23,7 prosentum stutt eftir at virðisbrævamarknaðurin lat upp í Frankfurt, meðan svenski Saab fall við umleið 10 prosentum á Stockholm-børsinum, skrivar tíðindastovan NTB.
Kurslækkingin í Evropa mánadagin fylgir kemur eftir eina nátt við stórum falli á partabrævamarknaðunum í Asia. Her lækkaðu fremstu partabrævavísitølini í Japan, Kina og Suðurkorea við millum 4,8 og 8 prosentum.
Roknað varð frammanundan við, at partabrævamarknaðirnir fóru at verða merktir av stórum afturgongdum í dag, sum úrslit av, at Kina fríggjadagin boðaði frá einum týðandi svari til USA og hækkaða tollin hjá Donald Trump, forseta, á vørur úr einum stórum tali av londum.
Kina fer í framtíðini at seta 34 prosent av tolli á vørur úr USA.
/ritzau/