Eydnudeildin: Hondbóltsstjørnur til Lykke-cup

25 føroyskar hondbóltsstjørnur frá Eydnudeild Føroyar verða við til stóra Lykke-cup brakið í Boxen í Herning leygardagin

25 føroyskar hondbóltsstjørnur frá Eydnudeild Føroyar verða við til stóra Lykke-cup brakið í Boxen í Herning leygardagin.

 

- 812 hondbóltsstjørnur luttaka, og vit eiga 25 stjørnur. Sjey frá Svanunum, 17 frá Lundapisunum og ein frá Músabróðir.

 

Ongantíð hevur føroyska ferðalagið verið størri. Tað telur 25 stjørnur, fimm venjarar, 44 foreldur, systkin og onnur avvarðandi. Samanlagt 74 fólk.

 

- Stjørnurnar og venjarnir hava øll fingið nýggjan búna, við hjálp frá okkara høvuðsstuðli BankNordik, skrivar Eydnudeildin og leggur afturat:

 

- Eydnudeild hevur stuðlað hvørjum spælara við fimm túsund krónur og tað kunnu vit bert gera, tí vit eiga nakrar raskar og eitt sindur svakar Eydnu-pápar, sum hava gjørt stuðulstiltøk. Eisini eru fleiri onnur - bæði fyritøkur og einstaklingar, sum trúføst stuðla Eydnudeildini.

 

Tað ber til at fylgja ferðini hjá Eydnudeildini við at fylgja teimum á Instagram ella Facebook.