Fá línuskip eru til fiskiskap í løtuni

- Streymurin verður hampiligur, og veðrið verður gott. Tí rokna vit við nógvum útróðri í næstu viku.

Tað er seinsummar, og tað er lítil línuveiða í løtuni, sum tað vanliga er hesa tíðina av árinum.

 

- Tey størru ísfiskalínuskipini liggja øll við bryggju, og bara eitt av teimum smáu línuskipunum er til fiskiskap.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Av frystilínuskipunum, fiska tvey undir Føroyum í løtuni, og eitt er vestanfyri Skotland.

 

- Frystilínuskipini fáa mest av longu og brosmu og skipið, sum er vestanfyri Skotland, fær mest av skøtu og brosmu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya hava tey eisini hugt eftir, hvørjar veður-og streymvánirnar eru fyri næstu viku.

 

- Streymurin verður hampiligur, og veðrið verður gott. Tí rokna vit við nógvum útróðri.

 

Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er smáligur í løtuni.

 

- Væntandi fer onkur útróðrarbátur út á Føroyabanka, og her fáa bátarnir mest av toski og hýsu, verður lagt aftrat.