Fær tvær bøtur fyri brot á skilhaldsreglarnar

Ein maður fær tvær bøtur fyri at hava brotið skilhaldsreglarnar – tá løgreglan fær fatur á honum

Tvær ferðir í gjár vóru boð eftir løgregluni til eitt virki, har ein maður gjørdi um seg. Løgreglan fór á staðið, men tá var maðurin farin.

Góðan tíma seinni, um 15 tíðina, var sami maður upp á spæla á sama virki. Tó vóru aftur boð eftir løgregluni, men maðurin var aftur rýmdur, tá løgreglan kom á staðið.

– Vit vita, hvør maðurin er, og tá vit fáa fatur á honum, so fær hann tvær ferðir bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. Tað kostar honum tvær ferðir 1.500 krónur.