Fakfelag í Ísrael vil steðga Netanyahu við søguligum verkfalli

Størsta fakfelag í Ísrael hevur boðað frá aðalverkfalli, sum í veruleikanum merkir, at »Ísrael ikki fer at virka«

 

Stór mótmæli hava verið í Ísrael í nátt ímóti fráboðaðu rættarnýskipanini hjá Benjamin Netanyahu. - Foto: Ahmad Gharabli/Ritzau Scanpix

Størsta fakfelag í Ísrael hevur í dag boðað frá aðalverkfalli sum mótmæli ímóti rættarnýskipanini hjá Netanyahu.

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

– Eg mæli til aðalverkfall, sigur Arnon Bar-David, sum er formaður fyri fakfelagið Histadrut, á einum sjónvarpaðum tíðindafundi í dag.

Hann leggur afturat, at »rá teirr løtu, hesin tíðindafundur endar, steðgar Ísrael við at virka«.

Verkfallið verður umrøtt sum »søguligt«. Tað skrivar amerikanski miðilin CNN.

Aðalverkfall er sjáldsamt slag av umfatandi politiskum mótmælisverkfalli. Í einum slíkum verkfalli eru vanliga meginparturin av øllum arbeiðsfólki.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjanmin Netanyahyu, hevur fingið stórar atfinningar fyri rættarnýskipanina, sum hann ætlar at fremja.

Netanyahu sigur, at nýskipanin er neyðug fyri at avmarka stóra valdið hjá dómarum. Atfinnarar halda hinvegin, at nýskipanin fer at verja ódemokratiskar og korruptar politikarar.

Forsetin í Ísrael, Isaac Herzog, hevur í dag mælt til at stjórnin alt fyri eitt steðgar arbeiðinum við umstríddu nýskipanini.

Tað ger hann eftir stór mótmæli í gøtunum í Ísrael.

– Tað hevur verið avbjóðandi í nátt. Eg heiti á forsætisráðharran, stjórnarlimir og samgongulimir um at steðga.

– Vit atlitið til samanhaldið hjá ísraelska fólkinum og fyri ábyrgdinnar skuld heiti eg át tykkum um at steðga lógarbroytingartilgongdini alt fyri eitt, skrivar hann á Twitter sambært ísraelska blaðnum Haaretz.

/ritzau/

 

 

Stór mótmæli hava verið í Ísrael í nátt ímóti fráboðaðu rættarnýskipanini hjá Benjamin Netanyahu. - Foto: Ahmad Gharabli/Ritzau Scanpix