FC Hoyvík flutti eitt pláss fram

1. DEILD: Trivaligi sigurin í Streymnesi bar við sær, at FC Hoyvík mest sum hevur tryggjað sær plássið í næstbestu deildini

Eitt skifti í summar lá FC Hoyvík tungt í sjónum og ikki so langt frá niðurflytingarstrikuni.

 

Í dag vann FC Hoyvík í 23. umfari 6-1 við Margáir ímóti EB/Streymi. Sigurin ber við sær, at FC Hoyvík nú er á sjeynda plássi. Nú tað resta fýra umfør er FC Hoyvík á sjeynda plássi við 28 stigum. Hb hevur 27 stig, og B68 er næstniðast við 17 stigum.

 

FC Hoyvík hevur tí mest sum tryggjað sær plássið í næstbestu deildini. Fríggjakvøldið – á mikkjalsmessu – fær FC Hoyvík vitjan av HB, og tá kann tað væl vera, at bæði liðini fara at tryggja sær eisini í 2024 at spæla í næstbestu deildini, tí hetta sama kvøldið fer B68 til Klaksvíkar. Um tað ikki eydnast B68 at vinna fulla úrtøku, so verður spurningurin um niðurflyting avgjørdur. Tá vera tað B68 og EB/Streymur, sum fara at flyta niður.

 

Í dag var FC Hoyvík frammanfyri 4-1 eftir fyrra hálvleik. Fróði Rasmussen setti beinanvegin hol á fyri gestirnar. Hetta var fimta málið hjá Fróða Rasmussen í ár. Ábraham Klein Joensen javnaði til 1-1. Hann flutti fyrr í summar til EB/Streym úr Víkingi, har hann undan summarsteðginum var við í fýra dystum í 1. deild. Í dag var hann fyri aðru ferð málskjútti fyri næstbesta liðið hjá EB/Streymi, sum hann hevur spælt átta dystir fyri.

 

Undan steðginum skoraðu Rói H. Olsen, Rói av Fløtum og Fríði á Borg og so var 4-1 til FC Hoyvík.

 

Í seinna hálvleiki varð Rói av Fløtum tvífaldur málskjútti, áðrenn Ragnar Rasmussen staðfesti 6-1 sigurin. Rói av Fløtum er toppskjútti hjá FC Hoyvík við 10 málum, Rói H. Olsen var í dag fyri fyrstu ferð málskjútti, síðani hann í vetur flutti úr EB/Streymi og til FC Hoyvík, Fríði á Borg skoraði í dag fyri aðru ferð í ár í 1. deild, og Ragnar Rasmussen var í dag málskjútti fyri aðru ferð í ár.

 

EB/Streymur fer fríggjadagin suður á Sand at spæla.