Fekk skeivt úrslit av kanning fyri koronu

Hon fekk boð um úrslitið - áðrenn hon var kannað. Stjórin í Thetis hevur eina forkláring

– Var er órein, kundi eg gingið runt við prógvi um, at eg ikki havi koronu, hóast eg ikki varð kannað yvirhøvur. Tað sigur Marjun Patursson í Havn, eftir at hon fekk boð frá kanningarstovuni, Thetis, um at hon varð vorðin kannað fyri koronu, og at úrslitið var negativt.

Trupulleikin var bara tann, at hon var ongantíð kannað. Hon hevði bílagt tíð til koronukanning hjá Thetis á internetinum og fekk eitt tal, sum hon skuldi virkja, men tað gjørdi hon ongantíð.

Hinvegin var hon á Thetis fyrrapartin, men tá ið hon varð kunnað um, at tað eru tey sjálvi, sum greina royndina, og ikki Heilsufrøðiliga Starvsstovan, gjørdi av, at hon vildi ikki lata seg kanna.

Hon vildi nevniliga hava, at tað var Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum greinaði royndina.

– Eg havi einki ímóti Thetis, men prinsipielt eri eg ímóti at lata eini privatari fyritøku mítt dna, sigur Marjun Patursson.

Men hon sigur, at seinnapartin fekk hon kortini bæði sm boð, og teldubræv frá Thetis við boðunum um, at royndin var negativ, og at hon sostatt ikki hevði koronu. Hon fekk eisini eina váttan fyri úrslitið, sum hon kundi prenta at hava við sær, og hon fekk eisini kvittan fyri at hon hevði goldið 390 krónur fyri kanningina.

– Men eg varð ikki kannað, og enn minni hevði eg goldið nakað fyri hana, sigur Marjun Patursson.  

Sjálv heldur hon, at hetta er ikki serliga álitisvekjandi. Hon sigur, at var hon órein, kundi hon farið við hesi skeivu váttanini inn á ellis- og røktarheim, ella hvar tað skuldi verið, hóast hon ikki var kannað, og sostatt kanska hevði koronu.

Hinvegin sigur hon, at hon hevði ikki annan møguleika enn at lata seg kanna fyri koronu. Hon hevur nevniliga næstringar á stovni, sum hon vildi sleppa at vitja og tí vildi hon tryggja sær, at hon ikki er sjúk.

Tískil fór hon á farstøðini í gjárkvøldið, tí tær royndirnar vórðu greinaðar á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Har varð hon kannað, og tíðliga í morgun kom úrslitið - og eisini tað úrslitið var negativt.

– Men var eg órein, kundi eg bara gingið havt hesa váttanini um, at eg var frísk, og hana kundi eg so havt at prógva, at eg ikki hevði koronu, hóast eg ongantíð var kannað, sigur hon.  

Marita Debess Magnussen, stjóri á Thetis heldur seg hava eina forkláring upp á mistakið. Hon sigur, at tá ið fólk møta upp á Thetis, verður eitt kanning skrásett í teirra navni við einum røri, sum potingin verður latið í.

Onkusvegna er rørið hjá Marjun Patursson so endað í rúgvuni av rørum, sum skuld greinast, hóast hon ikki varð kannað, og tað er ein feilur, ásannar stjórin í Thetis. Hon dugir ikki at siga, hvussu tað er hent, men hon sigur, at tá í Marjun Patursson ikki er kannað, er heldur einki í rørinum og tískil vísir royndin eyðvitað, at hon ikki hevur koronu.

Annars leggur hon dent á, at skipanin hjá teimum er soleiðis, at tað ber ikki til at blanda royndirnar saman og tískil útihýsir hon, at Marjun Patursson, av misgávum, hevur fingið úrslitið hjá onkrum øðrum.

Hon heldur fast um, at fólk kunnu hava álit á kanningunum. Hon leggur eisini dent á, at óttin fyri at lata eini privatari kanningarstovu dna, er ógrundað, tí tey goyma ongar royndir. Beinanvegin ein roynd er greinað, verður hon burturbeind, sigur Marita Debess Magnussen.