Í trý ár hava eg og maðurin vaskað B36-húsið saman við synunum hjá okkum. Vaska skiftingarrúm og vesi. Selt óteljandi koppar av kaffi og toast. Bakað skuffukøkur og havt tombola. Fyri Neistan selja vit jólatrø og standa vakt á festivalum kring landið.
Tað er fólkaræði í verki!
Ongin vallyfti. Ongin krossur, sum skal setast. Men felagsskapir, har børn, ung og vaksin læra um samavgerð, samábyrgd, skyldur og fólkaræði.
Hetta fer fram í øllum ítróttarfeløgum í landinum. Væl stuðlað av sersambondunum og Ítróttarsambandi Føroya.
Vit hava eitt blómandi ítróttarlív í Føroyum. 63% av okkara børnum og ungu íðka ítrótt. Og 49% av teimum vaksnu. Tað vísir ÍSF á í ársfrágreiðingini fyri 2021.
Hesi tølini siga okkum, at vit í Føroyum hava rúm fyri breiddini, samstundis sum vit seinastu árini hava uppfostrað úrmælingar sum Elias á Skipagøtu og Óla Mittún.
Og tað er júst tað ítrótturin er. Ein breiður felagsskapur, har fólk møtast og læra hvønn annan at kenna tvørturum sosialar klassar, bakgrund og førleikar. Tað er pláss fyri íðkarunum, sum vilja hava tað stuttligt. Íðkarunum, sum vilja gerast yrkisleikarar. Og fyri okkum onnur, sum duga best at sita á áskoðaraplássunum.
Ítrótturin má hava góðar karmar at virka undir. Ítrótturin er samleikaskapandi og gevur okkum stoltleika sum tjóð. Ítrótturin er heilsufremjandi, bæði sálarliga og kropsliga. Og so er ítróttur við til at fyribyrgja, at okkara ungdómur endar í óføri.
Ítrótturin er eisini vinnufremjandi. Okkara landslið og úrmælingar marknaðarføra okkum sum tjóð úti í heimi. Samstundis skapa altjóða kappingar í Føroyum virksemi í føroysku ferða- og tænastuvinnuni – ofta í láárstíð, tá vinnan er í dvala.
Fríggjadagin í síðstu viku var eg til morgunmat hjá ÍSF. Tey ynskja áhaldandi at menna ítróttin í Føroyum. At menna felagsskapin og fólkaheilsuna. Tað krevur politiskan vilja og raðfesting.
Tjóðveldi vil, at ítrótturin skal hava eitt styrkt fíggjarligt grundarlag. Bæði til at fáa fleiri við, styrkja breiddina og til altjóða luttøku og arbeiði.
Íløgur í ítrótt eru eisini íløgur í fólkaheilsu. Íløgur í (ferða)vinnu. Íløgur í tjóðarbygging. Men ikki minst ein íløga í fólkaræðið í Føroyum.
Liljan Weihe
Valevni, Tjóðveldi