Fer at regna í nátt

Eitt hátrýst yvir Norðurskandinavia fer í ein landnyrðing, meðan eitt lágtrýst við Grønland fer norðureftir og grynnist. Lágtrýstið sendir í dag eitt brúgvalag við regni yvir Føroyar úr vestri og verður liggjandi til út á dagin í morgin.

 

Í morgin mennist eitt hátrýst í ein útsynning úr Íslandi, sum mánadagin kemur yvir Føroyar.

Í dag lot til andøvsgul, ymsastaðni frískur vindur úr landsynningi, 3-8 metrar um sekundið, onkustaðni 10 metrar um sekundið, sum út á dagin lækkar í sunnan. Nakað av sól, men út á seinnapartin meira skýggjað og í kvøld regn av vestri.

Hitin verður millum 9 og 15 stig. Í kvøld og í nátt lot til andøvsgul av suðuri og útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið.

Skýggjað við regni ella sirmi og tað kann verða mjørki, men seinni ín átt klárar í av útnyrðingi. Hitin í  nátt umleið 7 stig.