Endamálið er greitt: at tryggja 2.000 fleiri bústaðir innan 2031.
“Ein vælskipaður bústaðarmarknaður er ein fortreyt fyri, at fólk framhaldandi trívast og kunnu virka í Føroyum – og harvið eisini ein fortreyt fyri framtíðar menning av samfelagnum. Við tilmælinum hava vit fingið nøkur góð boð uppá, hvussu vit kunnu bøta um støðuna, og eg havi tikið stig til at seta fyrstu átøkini í verk,” sigur landsstýriskvinnan.
Tilmælið, sum ber heitið +2.000 í 2030, vísir á tíggju ítøkilig átøk, ið skulu bøta um bæði útboðið og gagnnýtsluna av bústøðum. M.a. verður mælt til:
- at Húsalánsgrunnurin (Bústaðir) raðfestir bygging av smáum og bíligum bústøðum til ung, lesandi og eldri,
- at kommunur fáa loyvi til at rinda partvíst fyri byggibúning, fyri at lækka prísin á grundstykkjum,
- at bústaðarskylda og avmarkingar á stutttíðarútleigu verða styrktar
Eisini verður víst á, at stórt trýst er á bústaðarmarknaðinum, og at serligur tørvur er á smærri bústaðum, sum hóskar til tey, ið seta búgv á fyrsta sinni, og til eldri, sum ynskja at flyta úr størri sethúsum.
##med2##
Margit Stórá, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, sigur:
“Tað er alneyðugt at seta ferð á nýbygging og samstundis fáa verandi bústaðir í betri umfar. Hesi átøk kunnu skapa nýggja javnvág á bústaðarmarknaðinum og tryggja, at bæði ung og eldri finna hóskandi bústað.”
Landsstýriskvinnan er farin undir at viðgera tilmælini í samráð við viðkomandi partar og lagt er upp til at seta í verk átøk, sum bæði geva skjótar loysnir og tryggja haldførar broytingar í bústaðarskipanini.
Tann fyrsta ítøkiliga byggiverkætlanin er, at Eirargarður 2 skal byggjast um og gerast til lestrarbústaðir. – Eirargarður 2 er bygningurin har Heilsumálaráðið, Heilsustýrið og Almanna og mentamálaráðið húsast – tey flyta øll í onnur hølir.
Tilmælið kann lesast her.