Torshavn.fo
At átakið er skipað sum ein íverksetaradíkjari, merkir, at verulig ferð verður sett á at menna verkætlanirnar hetta tíðarskeiðið. Luttakandi verkætlanirnar fáa sjey skraddaraseymaðar vikur við góðum ráðum frá føroyskum vinnulívsfólki og ráðgeving frá fremstu serfrøðini í ferðavinnu. Luttakararnir fáa harumframt høvi at luttaka á spennandi verkstovum við undirvísing, framløgum og netverkan.
Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setti móttøkuna. Hon kom m.a. inn á týdningin av at menna ferðavinnuna í kommununi á ein burðardyggan hátt og at vit føroyingar varðveita okkara samleika.
“Í Tórshavnar kommunu gleðast vit um vaksandi ferðavinnuna, sum hevur við sær nógv gott at bjóða, sum vit borgarar fáa ágóðan av.
- Tórshavnar kommuna vil fegin menna tey lokalu ferðavinnutilboðini, so tað eru tey, ið fylla í býarmyndini. Vit hava kanska lyndið til at taka tað fyri givið, men í Føroyum eru sera fáar altjóða handilsketur – Her er einki Starbucks, Hennes og Mauritz, IKEA ella McDonalds, sum er at síggja á flestu hornum í flestu býum við samanbera okkum við. Tað haldi eg, at vit skulu royna at halda fast í. Vit skulu vera vit, og tí er tað so ómetaliga umráðandi at áhaldandi menna okkum og okkara serføroysku tilboð til tey ferðandi. “
##med2##
##med3##
Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, hugleiddi síðani um føroysku ferðavinnuna og frøddist um vaksandi útboðið av tilboðum, sum tey vitjandi eftirspyrja. Hetta inniber m.a. siglitúrar, at royna føroyskan mat og sum heild at koma í samband við føroyingar.
Eisini legði Rúna V. Højgaard, ið stendur fyri menningini av ferðavinnuhagtølunum á Hagstovu Føroya, fram um ferðavinnuna í Føroyum í tølum.
##med4##
##med5##
Sóley Heradóttir Hammer, leiðari í Hugskotinum, og Annika Lisberg, ferðavinnumennari í Visit Tórshavn, greiddu í stuttum frá gongdini seinastu sjey vikurnar, og bjóðaðu luttakarunum á pallin.
Hesi átta hava luttikið á díkjaraskeiðnum:
Eyðun Egholm hevur sett á stovn fyritøkuna Egholm Tours, ið fer at bjóða ferðafólkum eitt slag av luksus “kanal-rundfart” á Havnarvág. Siglt veður frá Vágsbotni í søguligum umhvørvi framvið sjóvarmálanum. Umborð fer Eyðun at borðreiða við onkrum leskiligum at eta og drekka. Báturin hjá Eyðun er el-drivin, ljóðleysur og øll tøknin so burðardygg sum til ber, eisini timbri. Ætlanin er, at hava fleiri fráferðir um dagin og upplivingin verður tøk alt árið.
##med6##
##med7##
Pauli Joensen hevur sett á stovn fyritøkuna Explore Faroes, ið fer at sigla við ferðafólki við fráferð úr Kollafirði og í Sundalagnum. Explore Faroes bjóðar tríggjar ymiskar túrar: fiskitúrar, túrar til Hvalastøðina við Áir og kvøldartúrar í Sundalagnum.
Pauli Joensen hevur sett á stovn fyritøkuna Explore Faroes, ið fer at sigla við ferðafólki við fráferð úr Kollafirði og í Sundalagnum. Explore Faroes bjóðar tríggjar ymiskar túrar: fiskitúrar, túrar til Hvalastøðina við Áir og kvøldartúrar í Sundalagnum.
Anna Maria Østerø og familjan eiga og reka Nólsoyarstovu, sum er eitt luksus boutique hotel á Kongabrúnni í Havn. Søguliga húsið, sum er frá 1700 talinum, er sett í upprunastand við atlit til burðardygd og varðveitan. Anna Maria og toymið hennara ynskja at bjóða gestunum eina high-end og persónliga uppliving.
##med8##
##med9##
Sabina Poulsen er ferðaleiðari og bjóðar túrar við felag sítt "Faroe Travel" og hevur eitt summarhús í Søldarfirði, sum hon leigar út. Eisini bjóðar hon ferðafólkum heim til sín at uppliva føroyskan mat og mentan. Sabina sær Føroyar og føroyska mentan frá einum øðrvisi sjónarhorni, av tí hon sjálv er komin her sum útlendingur í sínari tíð, og dugir tí væl at greiða frá føroysku siðvenjunum fyri ferðafólki.
Bára Joensen og maður hennara hava Varmakeldugarðin í Gøtu. Í 2021 bygdu tey eitt nýtt fjós, ið hevur matstovu á fjósloftinum, har tey bjóða gestum inn til veitslur, fundir og onnur tiltøk í nýmótans høli. Borðreitt verður við mati frá garðinum, ímeðan gestirnir samstundis njóta útsýni yvir fjósið og neytini har.
Eirikur á Húsamørk hevur sett á stovn fyritøkuna '"Uptour", ið fer at veita heildarupplivingar til ferðafólk frá komu til fráferð. Eirikur hevur fjós í Leirvík, har hann bjóðar vitjandi inn til ein betri bita. Navnið '"Uptour" stavar frá navnframa Uppsala Pætur og byggir fyritøkan á søguforteljing um garðin á Húsamørk, hvørs søga røkkur heilt aftur í 18. øld.
Sólgerð Andreassen (Sansan) hevur skrivað fleiri barnabøkur, m.a ”Knassi og Rokkarin”, og er nú í holt við at skapa ein heim rundan um teir, soleiðis, at ferðafólk kunnu lesa um føroyska mentan og siðaarv á ein stuttligan og barnavinarligan hátt. Sólgerð letur eisini sítt egna heim upp fyri ferðandi við børnum, ið ynskja at vitja Knassastovu í Fuglafirði.
Michael Koba hevur stovnað fyritøkuna "The Meeting Company" – TMC – ið veitir skræddaraseymaðar fundarpakkar til føroyskar og útlendskar kundar, sum ynskja at hava fundir ella ráðstevnur í Føroyum.
Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands skipaðu í felag fyri “Nýskapan í Ferðavinnuni”.
Vit ynskja verkætlanunum allarbestu eydnu víðari.