Hanus Sørensen spældi allan dystin fyri NK Celje, ið á heimavølli spældi móti Primorje í dysti í bestu slovensku fótbóltsdeildini.
Tap var í hendi hjá Celje, men tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði litaviski, Armandas Kucys til 2-2.
Celje legði seg á odda 1-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men fekk tvey mál ímóti sær í seinna hálvleiki.
Celje er nummar fimm í deildini við 36 stigum. Teir hava átta stig upp til triðja plássið, ið gevur rætt til evropeiskan fótbólt aftaná lokna kapping.
Hósdagin klokkan 17.45 spælir Celje á útivølli seinnu áttandapartsfinaluna í Conference League móti sveisiska liðnum, Lugano. Celje vann fyrra dystin 1-0.