Filmsvinna fyri C - og teg

Ein fólkatingssessur kann veruliga vera til gagns fyri Føroyar, um hann verður røktur til fulnar. Sessurin kann eisini brúkast til frama fyri føroyska filmsvinnu. 


Framleiðslan av livandi myndum er størri enn nakrantíð. Eftirspurningurin og marknaðurin eru í vøkstri, og framleiðsla av filmi, sjónvarpsrøðum og øðrum visuellum innihaldi er ein týðandi vinnugrein í størsta parti av heiminum. 


Sum politikarar hava vit eitt stórt arbeiði at gera, fyri at tey mongu dugnaligu filmsfólkini í Føroyum fáa betri atgongd til stuðuls- og framleiðslumøguleikar, umframt til lørift og skíggjar. Hetta arbeiðið skal gerast bæði í Føroyum og uttanlands. 


At arbeiða fyri betri umstøðum til føroyska filmsframleiðslu er neyðugt. Livandi myndir á føroyskum eru við til at styrkja okkara móðurmál og mentan. Og úti í heimi hava tey mongu dugnaligu filmsfólkini í Føroyum nógv at bjóða, bæði av innihaldi, søgum og førleikum til framleiðslu. 


Filmsvinnan er kostnaðartung, og framleiðslufíggingin er ofta skroypilig. Tey fægstu megna at fáa alla fíggingina til vega í egnum landi.  


Sum er, hava føroyingar atgongd til fígging til heimildarfilmar hjá Det Danske Filmsinstitut, ein semja, sum føroysku fólkatingsumboðini stóðu fyri seinasta valskeið. Nú er eftir at fáa fíggingina til fiktión atkomuliga fyri føroyingar. Men hetta forslær sjálvandi ikki, og vit skulu eisini styrkja møguleikarnar hjá filmsfólki at fáa atgongd til altjóða filmsumhvørvið við øllum tí, sum hetta krevur. Filmshúsið, Klippfisk og onnur gera eitt stórt arbeiði á økinum. 


At arbeiða fyri betri umstøðum fyri eina føroyska filmsvinnu á fleiri pallum er bara til gagns fyri fólk og samfelag. Hesum vil eg eisini arbeiða fyri, um eg fái møguleika á fólkatingi. 


Kristianna Winther Poulsen,

 

fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin