Fimm tilburðir staðfestir í gjár

Alsamt fleiri tilburðir eru í Føroyum

Smittutalið í Føroyum økist so smátt, og ikki færri enn fimm tilburðir vóru staðfestir í gjár.

Ein av smittaðu persónunum kom úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanningini, tá viðkomandi kom til landið.

Allir hinir fýra tilburðirnir eru partur av smittuketu, ið landslæknin fylgir, og eru sostatt ikki tilburðir, ið eru staðfestir á flogvøllinum.

614 kanningar vórðu gjørdar í gjár.

Seinastu dagarnar hava verið nakað fleiri tilburðir enn vanligt; fýra tilburðir 7. desember og fýra tilburðir 4. desember, og í løtuni eru 16 fólk í Føroyum, ið eru sjúk.

Tilsamans hava 519 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum, og 503 fólk eru vorðin frísk aftur.

Eingin er í løtuni innlagdur á sjúkrahúsinum av koronufarsótt.