Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú og Unn Krákustein, forkvinna í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum

Fingu 13,3 prosent í lønarhækking

Semja undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya

Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú og Unn Krákustein, forkvinna í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum

Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya hava í dag skriva undir semju um nýggjan sáttmála.

 

Talan er um eina trý ára semju, ið byggir á sama karm sum við undanfarin feløg í hesum samráðingarumfarinum: 3,8% fyrsta árið, 4,2% næsta ári og 4,75% triðja árið.

 

Tað merkir, at lønin eftir tríggjar lønarhækking verður 13,3 prosent hægri.

 

Ymiskar nágreiningar og ábøtur eru gjørdar í sáttmálanum, eins og partarnir hava avtalað at arbeiða saman um nøkur viðurskifti í sáttmálaskeiðinum.

 

Semjan sæst her.

 

Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú og Unn Krákustein, forkvinna í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum