Fípan Fagra FM vinnari

Kappróður dreingir 14 – 16 ár: Undan ólavsøku eru tað tíggju stig aftur til næsta bátin

Higartil í summar hava dreingirnir á Fípuni Føgru vunnið allar fimm róðrarnar, og aftur í dag vann Fípan Fagra. Undan ólavsøkuróðrinum eru tað 10 stig frá Fípuni og aftur til Blik, og harvið er tað greitt, at Fípan Fagra hevur tryggjað sær FM heitið. Um tað verður við fullum stigatali fæst at síggja ólavsøkuaftan.

 

Tá ið startspurturin var av, var tað ein hálv bátslongd aftur til teir næstu, og so varð leiðlsan stútt og støðugt økt, og fram ímóti málinum var tað væl og virðiliga leyst og á málstrikuni tvær bátslongdir.

 

Kappingin um næstfremsta plássið var øgiliga spennandi. Heykur úr Hósvík og Blikur av Argjum fóru at síggja til saman um málið. Tað vísti seg, at Heykur var bara ein sponn ella so millum bátarnar.

 

##med##

 

úrslit/rsf.fo

 

 

 

##med3##