Umsóknarfreistir til sild og makrel eru ásettar

- Umsóknarfreistin er nú ásett til vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild og makreli, siga tey í Fiskimálaráðnum.

- Kunngerðirnar um fiskiskapin eftir norðhavssild og makreli verða lýstar í næstum. Í tí sambandi verður nú lýst eftir umsóknum.

 

Tað siga tey í Fiskimálaráðnum.

 

Sambært uppskotinum um fiskiskapin eftir norðhavssild í 2023 er tøka nøgdin til vinnuligar fiskiroyndir ásett til 3.000 tons.

 

- Umsóknarfreistin til vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild er sett til á middegi mánadagin 3. juli 2023.

 

Sambært uppskotinum um fiskiskapin eftir makreli í 2023 er tøka nøgdin til vinnuligar fiskiroyndir ásett til 1.800 tons.

 

- Her er umsóknarfreistin til vinnuligar fiskiroyndir sett til á middegi mánadagin 3. juli 2023.

 

Umsóknarbløð fáast um heimasíðuna hjá Fiskimálaráðnum - www.fisk.fo