Myndin av Heyki og Falki er tikin í Runavík í dag.

Fiskiskapurin eftir upsa er framvegis smáligur

Í løtuni eru tríggir av teimum smáu trolbátunum úti. Teir koma væntandi allir inn at landa síðst í vikuni.

 

Myndin av Heyki og Falki er tikin í Runavík í dag.

Í løtuni fiska trý partrolarapør upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu. Haraftrat er eitt partrolarapar á gulllaksaveiði.

 

- Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Tey vænta, at okkurt parið aftrat fer útaftur í næstum.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir fiska svartkalva, og báðir koma væntandi inn at landa í vikuni sum kemur.

 

- Ein frystitrolari fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi, og ein liggur við bryggju, verður lagt aftrat.

 

Í løtuni eru triggir av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Teir koma væntandi allir inn at landa síðst í vikuni.

 

- Trolbátarnir fáa eina blanding av toski, hýsu og flatfiski.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku. Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at landa í vikuni sum kemur.

 

##med2##

 

Hjá Vørn siga tey í dag, at Heykur í gjár bað um sleip, tí teir høvdu fingið maskintrupulleikar, og teimum tørvaði hjálp til lands.

 

Brimil fór á leiðina, har trolarin var staddur á Nólsoyarbankanum, og teir komu á Runavík við skipinum um midnáttarleitið í gjár.

 

Heykur partrolar saman við Falki, sum eisini er komin til lands. Í løtuni liggja bæði skipini í Runavík, soleiðis sum myndin ovast vísir.

 

 

 

 

 

 

 

Myndin av Heyki og Falki er tikin í Runavík í dag.

Mynd: Bjartur Tórhallsson