Lindesnes kommuna í Noregi hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum eru stungin av eitrandi fiskaslagnum, fjæsing, sum á føroyskum kallast fjørsingur.
Tv2.no veit at siga, at hetta er fiskurin, tey rópa dvørgafjørsingur og fráboðaninar, sum kommunan hevur fingið, eru frá fólki, sum hava verið á baðistrondini, Sjøsanden í Mandal.
- Fiskurin er vanligur í sjónum í syðra parti av Evropa og varð fyrstu ferð staðfestur við strendurnar í Mandal í 2021, veit tv2.no at siga.
Lagt verður aftrat, at tað helst er broytta veðurlagið við meira hita, sum er orsøkin til, at fiskurin nú er meira vanligur um hesar leiðir.
Í einari almennari fráboðan skrivar Lindesnes kommuna, at dvørgafjørsingur kann koma inn á grunnan sjógv og grava seg niður í sandin, serliga á fjøru.
Sagt verður, at um tú traðkar á ein dvørgafjørsing og verður stungin, gevur eiturið úr fiskinum tær nógva pínu.
- Eiturið verður neutraliserað við 40 hitastigum, og tí er umráðandi at halda fótin, har tú ert stungin, í so heitum vatni, sum tú megnar.
Sita píkar eftir í fótinum, mugu teir beinast burtur fyrst, og Lindesnes kommuna sigur, at tað altíð ber til at venda sær til læknavaktina.
- Eiturpíkarnir í fiskinum liggja goymdir ovast á kroppinum og stinga seg upp, tá fiskurin kennur seg hóttan.
Lagt verður aftrat, at tað er eitt gott hugskot at brúka baðiskógvar, tá tú fert út í, skrivar Lindesnes kommuna í fráboðanini.
Um fjøsing kann lesast á netinum, at tað sjáldan verður álvarsligt, um tú stingur teg av fiskinum, men hetta kann geva nógva pínu.
- Tú kanst hovna, og pínan kann strála út í beinið ella armin, um tú stingur teg í armin, og tú kanst gerast svimmul og fáa høvuðpínu.
Vit kunnu leggja aftrat, at tað er ikki bara í norskum sjógvi, at tú kanst stinga teg av fjørsingi.
Hetta kann eisini henda við donsku strendurnar. Tí kann tað vera skilagott, tá tú fert útí, at vera í baðiskóm og ikki á leistum.
##med2##