Flestu partrolarar koma inn at landa í vikuni

Nakrir av djúpvatnstrolarunum eru til fiskiskap, men allir teir smáu trolbátarnir liggja.

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og tey flestu koma inn at. landa í vikuni sum kemur. Skipini hava smáligan fiskiskap.

 

Um djúpvatnstrolararnar siga tey á Fiskamarknaði Føroya, at tveir eru á Íslandsrygginum. Teir fáa mest av toski og so er ein, sum fiskar svartkalva.

 

- Annar av Íslandsrygginum og tann, sum fiskar svartkalva, koma inn at landa í vikuni.

 

Allir teir smáu trolbátarnir liggja.

 

Um garnaskipini verður í stuttum sagt, at tvey fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku. Einki verður sagt um, hvussu fiskiskapurin hjá garaskipunum er.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at garnaskipini vanliga koma inn at landa hvørja viku.