So er upsafiskiskapurin minkaður aftur

- Flestu partrolarapør koma inn at landa í næstu viku. Fimm fiska upsa, og tvey partrolarapør fiska gulllaks, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap. Tey fiska upsa og annað hvítfisk. Tvey pør eru eisini á gulllaksaveiði.

 

- Flestu partrolarapør koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva, og ein frystitrolari er yvir á Flemish Kap.

 

- Upsafiskiskapurin undir Føroyum er smáligur, verður lagt aftrat.

 

Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at allir eru norðan fyri, og her fáa teir mest av toski og nakað av hýsu og flatfiski.

 

- Allir koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya um útlitini teir komandi dagarnar.