Fløskupantið er ein skomm fyri umhvørvið

Henda skommin má loysast saman við donskum myndugleikum.

 

 

 

Tey flestu vita tað helst ikki, men ein avleiðing av núverandi fløskupantskipan er, at stór bingjuskip sigla stórar bingjur við luft í til Danmarkar.

 

 

 

Um vit samanbera føroysku og donsku skipanina við pantíløtum, soleiðis sum tær virka í dag, so eru skipanirnar nærum meinlíkar framman fyri diskin.

 

 

 

Aftan fyri diskin er tó stórur munur á skipanunum. Í Danmark tekur Dansk Retursystem sær av handfaringini av pantíløtunum aftan fyri diskin, soleiðis at íløtini fara har tey skulu til endurnýtslu og endurvinning.

 

 

 

Í Føroyum skulu einstøku handlarnir sjálvir taka sær av øllum, sum fer fram aftan fyri diskin við pantíløtunum. Í Føroyum sortera einstøku handlarnir pantíløt upp í 18 ymiskar posar, sum einstøku handlarnir sjálvir skulu levera aftur til 18 ymiskar veitarar. Hetta krevur bæði nógva orku og nógv pláss.

 

 

 

Eftir at veitararnir hava fingið posarnar við tómu íløtunum aftur frá einstøku handlunum, skulu heilsølurnar senda íløtuni aftur til framleiðaran til endaliga burturbeining og endurvinning.

 

 

 

Hetta verður m.a. gjørt við at sigla tómar plastfløskur í stórum bingjum aftur til Danmarkar at verða kroystar.

 

 

 

Føroysku myndugleikarnir mugu tí koma fram til eina loysn við Dansk Retursystem umvegis danska Umhvørvismálaráðið, soleiðis at vit sleppa undan at lata út óneyðugt CO2 við at sigla tómar plastfløskur til Danmarkar at verða kroystar til endurvinning.

 

 

 

Hetta ætli eg mær at taka upp politiskt og finna eina skjóta loysn, um eg verði valdur í Løgtingið á Løgtingsvalinum tann 8. desember.

 

Bergur R. D. Jensen

 

 

 

Løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin