Flótandi tónar á sluppuni Westward Ho

Flótandi tónar vera á Sørvágsfirði 2. og 3. juli. Tá verður eitt fjølbroytt úrval av framúrskarandi føroyskum tónleiki at hoyra

Staðkendur vertur verður umborð, og borðreitt verður við leskiligari fiskasúpan, onkrum søtum omaná og leskandi dropum. 

 

Meðan Tindhólmur og Drangarnir vísa seg í flottasta skrúð, fara hesi at framføra báðar dagarnar:

 

2. juli: 

 

kl. 13 og kl. 19 er tað Marius Ziska við sínum inniligum sangum og kveikjandi rødd.

 

Kl.16 fara Vágaverk við Jóan Jakku og Sámal Ravsfjall, at ríka upplivingina við teirra fangandi løgum.

 

3. juli:

 

kl. 13 og kl. 16 framførir Kristina Bærendsen við síni framúr góðu rødd og nærverandi framførslum

 

kl. 19 fer Lena Andersen, at framføra sínar vælskrivaðu og hugtakandi sangir, ið altíð røkka hjartastreingirnar hjá áhoyrarunum.

 

Vegna stóra áhuga verður ein eyka konsert við Kristinu Bærendsen 3. juli kl. 13:00. 

 

Hesar konsertirnar eru ein gyltur møguleiki at njóta føroyskan tónleik á eini søguligari slupp, í einum hugnaligum og sera flottum umvhvørvi.

 

Atgongumerki eru til taks á seatravel.fo