FM í triatlon

Í dag varð FM í triathlon hildið í Havn.

Myndina hevur Lene Halgren tikið.

Teinurin var tann sokallaði OL-teinurin, ið er 1.500m svimjing, 40km súkkling og til seinast 10km renning.

 

1 kvinna og 6 mans lutttóku.

 

Anida Johannesen bleiv sostatt meistari hjá kvinnum við tíðini 3:08:40.

 

Hjá monnunum vann Magni Jóhansson Hansen sannførandi við tíðini 2:06:40, 7 minuttir frammanfyri Bergtór Tórsteinsson, sum bleiv nr. 2. Bergtór kom á mál við tíðini 2:13:40.

 

Gunnar Dahl Olsen kom á mál sum nr. 3, við tíðini 2:35:00.

 

Hinir tríggir vóru Torleif Thorleifsson (2:46:22), Eyðun Jacobsen (2:59:11) og Jákup Petur Eliassen. Síðstnevndi fekk trupulleikar við súkkluni og fekk tí ikki gjøgnumført súkkluteinin.

 

Tíðirnar kunnu síggjast á hesi leinkjuni : https://www.webscorer.com/racedetails?raceid=317172&did=389666

 

(Tíðindaskriv)

 

Myndina hevur Lene Halgren tikið.