FM1: Ætlar sær upp á hægsta fjallið í Moldova

(FM1) Regin Reinert tók sær tíð at stuðla føroyska landsliðnum dagin fyri hann fer niðan á Bălănești fjallið í morgin

Regin Reinert (t.v.) og Stephan Kretzchmer (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

##med2##

 

Bălănești, soleiðis eitur hægsta fjallið í Moldova. Havnarmaðurin, Regin Reinert ætlar niðan á Bălănești fjallið í morgin. Hann hevur ein dreym at koma niðan á hægsta fjallið í teimum ymisku evropeisku fjøllunum.

 

Men hann er eisini ein føroyskur landsliðsfjeppari, og tí var givið, at hann eisini fór at taka sær tíð at stuðla føroyska landsliðnum í Chisinau í kvøld.

 

Úrslitið var eitt lítið vónbrot. Regin heldur seg hava upplivað ov ofta, at føroyska landsliðið missir á stokkinum seinasta partin av dystinum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Regin Reinert. 

 

##med3##

 

Regin Reinert (t.v.) og Stephan Kretzchmer (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

Samrøða við Regin Reinert, fjallaklintrara

Samrøða við Regin Reinert, fjallaklintrara