FM1: Liðskiparin er bjartskygdur undan dystinum í Chisinau

(FM1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við liðskiparan, Viljorm Davidsen undan EM-undankappingardystinum móti Moldova

Mynd: Bjarni Enghamar

##med2##

 

Í kvøld klokkan 19.45 spæla Føroyar fyrsta EM-undankappingardystin í hesari undankappingini. 

 

Tá spæla vit á útivølli á Zimbru leikvøllinum í Chisinau móti Moldova í undanbólki E.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Upptaktin byrjar klokkan 18.45.

 

Til hesa undankappingina verður Viljormur Davidsen, liðskipari, ið hvussu er til teir fyrstu dystirnar nú Hallur Hansson er uttanfyri.

 

Viljormur er bjartskygdur um, at føroyska landsliðið kann fáa eitt gott úrslit í kvøld.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Viljorm Davidsen í Chisinau ígjár. 

 

##med3##

 

Mynd: Bjarni Enghamar

Samrøða: Viljormur Davidsen

Samrøða: Viljormur Davidsen