FM1: Tað er trygt og gott at ferðast í Norðurmakedonia

(FM1) Hoyr samrøðu við Jens Paula Rasmussen úr Havn, ið hevur ferðast nógv í Norðurmakedonia

##med2##

 

Klokkan 17 byrjar venjingardysturin millum A-landsliðini hjá Norðurmakedonia og Føroyum í Skopje. Talan er um fyrsta A-landsdystin nakrantíð millum Norðurmakedonia og Føroyar. 

 

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Upptaktin á FM1 byrjar klokkan 16.15.

 

Fyri stuttum hitti Petur Asbjørn havnarmannin, Jens Paula Rasmussen sum hevur ferðast nógv í Norðurmakedonia, bæði í arbeiðsørindum og sum ferðamaður.

 

Í samrøðuni umrøddu Petur Asbjørn og Jens Pauli Norðurmakedonia í nútíð og fortíð, skiftu orð um mentanina, matin og umstøðurnar norðurmakedonska fólkinum. Eisini var nomið við langa stríðið hjá landinum at fáa eitt alment navn, ið grikkar loksins kundu góðkenna. Enn merkist, at landið var partur av einum kommunistiskum landi í Eysturevropa, men landið er í góðari menning. 

 

Jens Pauli staðfestir, at Norðurmakedonia er eitt trygt og gott land at ferðast í, og hartil sera vakurt. Norðurmakedonia hevur landamark við ikki færri enn fýra onnur lond, Grikkaland, Bulgaria, Albania, og Kosovo. So er ein staddur í Norðurmakedonia er skjótt at gera ein túr til grannalondini. Norðurmakedonskt vín o.a. vørur hava høga góðsku, men hetta er fólki í vesturheiminum ókunnugt. 

 

Jens Pauli dregur eisini fram lambskjøtið í Norðurmakedonia, har tey brúka allar møguligar uppskriftir, ið smakka einum føroyingi væl. 

 

58,4 prosent av fólkinum í landinum eru makedonar. 24,3 prosent eru albanar, fýra prosent eru turkar og 2,5 prosent eru romafólk. Aðrir minnilutar eru serbar, bosniakar og aromanarar. So talan er um eitt sera fjølmentað land. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Jens Paula Rasmussen greiða frá Norðurmakedonia. 

 

##med3##

 

Samrøða við Jens Paula Rasmussen um Norðurmakedonia

Samrøða við Jens Paula Rasmussen um Norðurmakedonia