Føroyar eru nú nummar 138 á FIFA-styrkislistanum

Okkara landsliðið hevur bøtt um støðuna á styrkislistanum í mun til seinast

Føroyar eru nú nummar 138 á FIFA-styrkislistanum. Tað vísir FIFA Rankings fyri A-landslið í fótbólti.

 

Á undanfarna FIFA-styrkislistanum vóru Føroyar nummar 140, so 2-2 javnleikurin móti Armenia í Nations League hevur munað eitt lítið vet.

 

Taka vit liðini í okkara bólki, so er Lettland eitt pláss frammanfyri Føroyar. Norðurmakedonia er nummar 69, og Armenia er nummar 99.

 

Armenia var nummar 96 á undanfarna FIFA-styrkislistanum, so 2-2 javnleikurin móti Føroyum hevur kostað teimum eitt sindur. 

 

Hósdagin 14. november klokkan 17 spæla Føroyar móti Armenia á útivølli, og sunnudagin 17. november klokkan 14 spæla Føroyar móti Norðurmakedonia á útivølli. 

 

##med2##